Fleiri hundraðtúsund framvegis heimleys

Tvey ár eftir flóðalduna í Fjareystri hava fleiri hundraðtúsund fólk framvegis ikki fingið tak yvir høvdið.

Umleið 230.000 fólk doyðu í flóðalduni, sum í støðum var næstan 30 metrar høg, og umleið tvær milliónir fólk mistu hús og heim. Flóðaldan, sum skolaði inn yvir stór øki í Indonesia, Sri Lanka og aðrastaðni annan jóladag í 2004, broytti gerandisdagin og lívið hjá fleiri milliónum, og tey flestu hava ikki rættiliga fótað sær aftur enn.

Ringast stóð til í indonesiska landspartinum Aceh, har umleið 170.000 fólk lótu lív, og meiri enn ein hálv millión gjørdust heimleys. Í dag eru umleið 100.000 fólk framvegis heimleys í Aceh. Kortini standa nógv hús tóm, tí tey hava hvørki vatn ella elektrisitet, og nógvastaðni er langt ímillum skúlarnar, handlarnar og sjúkrahúsini, skrivar Herald Tribune.

Ein spurnarkanning hjá indonesiska blaðnum Jakarta Post vísir, at 70 prosent av fólkinum í Aceh halda, at endurbyggingin gongur alt ov seint, og at vantandi samstarv millum myndugleikarnar og tey, sum eiga jørðina, er høvuðsorsøkin. Ein annar trupulleiki er, at trot er á handverkarum, skrivar blaðið.

Í India er støðan lítið mætari. Herald Tribune skrivar, at í teimum ringast raktu økjunum har búgva umleið 70 prosent av fólkinum framvegis í smáttum, sum vórðu ætlaðar sum ein fyribilsloysn aftan á flóðalduna.

Altjóða samfelagið játtaði 10 mia. dollarar í neyðhjálp og til at endurbyggja tað, sum fór í flóðalduni, men serfrøðingar siga, at bara ein triðingur av pengunum eru brúktir til endamálið. Hitt er spilt burtur í korrupsjón og vánaligari umsiting.