Fleiri hundrað heiðraðu Zacharias

Listaframsýningin til heiðurs fyri Zacharias Heinesen fekk framúr góða undirtøku fyrsta vikuskiftið

Meiri enn 300 gestir vóru til upplatingina síðsta leygardag, og sunnudagin valdu eisini eini 100 fólk at leggja leiðina framvið Tórshavnar Skipasmiðju, har framsýningin er í einum av smiðjubygningunum. Áhugin at keypa málningarnar var eisini stórur. Bæði privatfólk og onnur
listasøvn í Føroyum vóru umboðaði á framsýningini.

Fleiri heraðshorn
Framsýningin vísir Zacharias Heinesen úr fleiri heraðshornum. Tekningar á gamlar brævbjálvar, tekningar frá hansara ungu árum og málningar, sum vísa listarligu gongdina hjá Zacharias Heinesen frá einum ungum manni til ein av frægastu listamonnum í Føroyum.
Ólavur Rasmussen, prestur, helt heiðurstalu fyri Zacharias Heinesen. Ólavur Rasmussen tók støði í teirra kennskapi frá tíðini, tá Zacharias Heinesen málaði altartalvuna til kirkjuna í Husum í Suðurslesvig, har Ólavur Rasmussen var prestur.
Í sambandi við framsýningina er nýggj bók komin út við nýggjum greinum og myndum, sum ikki áður hava verið á prenti.
Framsýningin á Tórshavar Skipasmiðju er opin hvønn dag frá klokkan 15 til 18 fram til 25. juni.