Fleiri holdingfeløg stovnað

Meðan nøkur stovnað feløg fyri at handla við partabrøvum, eru onnur, hvørs felag verða strikað úr partafelagsskránni.

Seinastu broytingarnar í partafelagsskránni vísa nógvar broytingar.

 

Fleiri nýggj feløg eru stovnað, serliga íverksetarafeløg, meðan fleiri onnur gomul feløg eru strikað úr skránni.

 

Serliga eru tað holdingfeløg, sum skulu handla við partabrøvum, sum eru sett á stovn, umframt onkur feløg innan byggi- og tænastuvinnurnar, meðan feløgini, sum eru strikaði umfata mong sløg av feløgum.

 

Eitt kent navn er skrásett millum broytingarnar. Reiðaríið SETA er afturkallað úr skiftirættinum og endurstovnað. 

 

Jónas Sigmarsson er stjóri í felagnum, hann og Anton Sigmarsson eru nevndarlimir, meðan spanjólin Angel Pego Vidal er nevndarformaður.

 

Síggj allar broytingarnar her.