Fleiri HM-pláss til Evropa

UEFA ynskir, at Evropa verður tillutað fleiri pláss í HM-endaspælinum.

UEFA ynskir, at Evropa verður tillutað fleiri pláss í HM-endaspælinum. Sum nú er hevur Evropa 13 av 32 liðum í HM-kappingini, men UEFA heldur, at hetta talið er ov lágt.

 

Á einum tíðindafundi í dag vísti aðalstjórin í UEFA, GIanni Infantino, á, at 19 av teimum sterkastu fótbóltstjóðunum í heiminum eru úr Evropa og at heimsmeistarin seinastu tríggjar kappingarnar hava verið úr Evropa. 

- Tí er tað einans rættvíst, at vit fáa eina ella fleiri evropeiskar tjóðir afturat í HM. Tær bestu tjóðirnar mugu spæla í HM. Talan er ikki um eitt OL, har tað týdningarmesta er at taka lut. Í eini HM-kapping ræður um at vinna, segði hann.

 

Við seinasta HM, í Brasilia í 2014, vóru sjey av teimum 13 evropeisku londunum sligin út í bólkaspælinum. Fýra av teimum átta liðunum í kvartfinaluni vóru úr Evropa, meðan tvey av teimum fýra í hálvfinalunum vóru evropeisk.