Í Noregi hava heilsumyndugleikarnir fingið meiri enn 100 fráboðanir frá fólki, sum hava fingið ymisk hjáárin, eftir at tey eru vorðin koppsett ímóti Influensa A. Norska kringvarpið NRK sigur, at tey mest álvarssomu hjáárinini av koppingarevninum eru, at fólk svíma, fáa krampa ella trupulleikar við andadráttinum. Onnur kæra seg um svøvnloysi og magatrupulleikar.
Í Noregi eru tvey fólk deyð, eftir at tey vórðu koppsett, men heilsumyndugleikarnir siga tað ikki vera prógvað, at tað hevði nakað samband við koppingarevnið.
Í Danmark hava myndugleikarnir fingið 13 fráboðanir um hjáárin, men talan er ikki um álvarsligar tilburðir, sigur DR.