Seinastu tíðina er tað fleiri ferðir komið fyri, at herverk er framt í Klaksvík og ikki minst eru tað tey grønu plássini í býnum, sum hava staðið fyri skotum.
Hans Hjalti Skaale, býargartnari sigur, at vanliga fáa tey grønu plássini í býnum rættiliga góðan frið og tað er ógvuliga sjáldsamt, at herverk verða framd.
Men seinastu tíðina hevur ein rættilig bylgja verið, at herverk fleiri ferðir er framt.
Myndin er eitt dømi nú ein dagin, har snotiliga torgið við standmyndina, Fípuna Føgru í miðbýnum, er herjað og eitt tulipanbeð er fullkomiliga fillað sundur.
Býargartnarin hevur ikki meldað herverkini, tí hann ivast í, hvat kemur burtur úr tí.
Ístaðin hevur hann skundað sær at umvæla skaðan. Tað heldur hann hevur stóran týdning, tí herverksfólkini skulu ikki vinna, sum hann tekur til.