Fleiri harmonikur spæla sama lag

Klaksvík: Leygarkvøldið verður eitt forvitnisligt sangtiltak hildið í KFUM&K.

Talan er um eitt syngið-við-tiltak við andaligum sangi. Tað serstaka við tiltakinum er, at tað verða eitt stórt tal av harmonikum ið fara at spæla undir felagssangin.
- Her í KFUM&K eru stór og góð høli til eitt slíkt tiltak, og tí vóna vit at nógv fólk fara at koma, verður sagt.
Eitt líknandi tiltak sum hetta varð í fjør hildið í Deplinum í Skálavík, og eydnaðist hetta sera væl.
Nú verður tiltakið endurtikið í Klaksvík við somu tónleikarum,
Byrjað verður klokkan 19:30, og aftaná er ein góður drekkamuður at fáa.