Fleiri óhapp í hálkuni í nátt

Men ein bilførari var so óansin, at hann kann vænta sær eitt klipp í koyrikortið

Tað hevur verið sum á kalvabaki í Havn í nátt, og tað hevur givið løgregluni nakað av arbeiði.

Løgreglan sigur, at eini fýra ferðsluóhapp hava verið tí at bilar eru farnir á glið í hálkuni, men talan er um smávegis skrokkskaðar, og fólkaskaði er eingin

Men tey hava eisini sent sjúkrabilar í nøkrum førum til fólk, sum eru gliðin og hava smekkað seg í.

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Kollafjarðartunlinum, har ein bilførari kann vænta sær bót, og eitt klipp í koyrikortið - minst.

Ein bilur, sum koyrdi ígjøgnum tunnilin, koyrdi ikki so skjótt sum hinir, og tí máttu bilarnir, sum komu aftan á, seta ferðina niður.

Men tað varnaðist ein bilførari ikki og tískil rendi hann upp í reyvina á bilinum frammanfyri. Fólkaskaði var eingin, men bilarnir fingu skaða.

Umframt at fáa bót, er útgangsstøðið at bilførarar, sum ikki halda neyðugu frástøðu til bilin framman fyri, fáa klipp í koyrikortið. Men so skal støða takast til revsingina, tá ið tað eisini elvir til óhapp.

Í nátt hevur ein maður eisini fingið bót fyri brot á politiviðtøkurnar. Tað fekk hann fyri at vísa harðligan atburð.