Hálkan í høvuðsstaðnum fyrradagin hevði fleiri ferðsluóhapp við sær. Mikumorgunin hendu trý smærri ferðsluóhapp, har hálka var orsøkin. Um middagsleitið var ikki eins hált, sum fyrrapartin, men sum tað leið út á seinnapartin gjørdist aftur hálari og hálari, og nú hendu aftur fleiri ferðsluóhapp.
Fyrsta óhappið var tað í R. C. Effersøesgøtu, har ein smágenta varð yvirkoyrd av einum bussi. Eitt korter yvir sjey fekk ein bilur á Villingardalsvegnum so mikið stóran skaða, at nummarpláturnar vórðu tiknar av honum, og um hálvgum tíggju tíðina sama kvøldið rendi ein bilur á ein lyktapela, har Gæsugøta og Óluvugøta koma saman. Førarin á hesum bilinum verður skuldsettur fyri at hava koyrt rúsdrekkaávirkaður.
Hóast vanligt er, at fleiri koyra rúsdrekkaávirkaði móti jólum enn aðrar tíðir av árinum, metir løgreglan ikki, at tað er verri stætt í ár enn onnur ár. Ábendingar eru um, at støðan er frægari, hóast eingi hagtøl eru gjørd upp enn.