Fleiri grundstykki á Helnabrekku

Eftirspurningurin eftir grundstykkjum er nú so stórur, at Klaksvíkar kommuna ætlar at avseta eina knappa millión krónur til útstykking á Helnabrekku

Klaksvíkingar mangla íbúðir og grundstykki til sethús. Og eftirspurningurin eftir grundstykkjum er nú so stórur, at Klaksvíkar kommuna fer at útstykkja fleiri grundstykki á Helnabrekku.

Á fíggjarætlanini fyri ár 2000, sum hevur fingið 1. viðgerð í býráðnum, er avsett ein lítil millión krónur.

Kommunan hevur eisini grundstykki á vestursíðuni, men hesi leggja fólk einki í, tí tey liggja nakað illa fyri.

? Helnabrekka er heilt greitt tað staðið, sum er mest áhugavert til grundstykki í løtuni, sigur Steinbjørn Jacobsen, virkandi borgarstjóri í Klaksvík.

Fyri nøkrum árum síðani vóru fleiri sethús bygd niðanfyri vegin, og tey nýggju grundstykkini, sum nú fara at verða útstykkja eru omanfyri vegin.

Í fyrstu syftu verða umleið 24 grundstykki útstykkjað, men hetta er bert eitt stig á leiðini, tí verulig íbúðarneyð er við at taka seg upp í Klaksvík.