Hermenn, sum eru Muammar Gaddafi trúgvir, hava tikið 35 gíslar á einum hotelli í libyska høvuðsstaðnum Tripoli. Bretska blaðið Daily Telegraph veit at siga, at millum gíslarnar eru tíðindamenn hjá BBC og ITN, ein indiskur politikari og ein fyrrverandi amerikanskur politikari.
Keldur hava greitt frá, at menn, sum eru vápnaðir við AK47-riflum, eru á varðhaldi inni í Rixos-hotellinum, og at ein partur av hotellinum hevur mist streymin.
Hotellið hevur hýst sjónvarpsstøðini hjá Muammar Gaddafi, og útlendskir tíðindamenn, sum ætlaðu sær at senda tíðindi av landinum, høvdu ikki annan bústaðarmøguleika í Tripoli enn Rixos-hotellið.











