Toskur, hýsa og hvítingur fingu yvirhøvur góðan prís á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í dag. Knappliga 50 tons av toski vóru á uppboðnum, og prísurin á tí størsta toskinum kom upp í 25,80 krónur, og toskur II kom upp í 24,80 krónur. Smá 25 tons av hýsu vóru. Tann stóra hýsan fekk upp í 22,70 krónur fyri kilo, og besta boð upp á hýsu II var 17,60 krónur.
Hvítingur fekk eisini góðan prís í dag. Nøgdin var ikki stór, umleið hálvtfjórða tons, og besti prísurin var 16,40 krónur.
Nakað av flatfiski var eisini á uppboðssøluni í dag. Havtaskan kom upp í 27,70 krónur, reyðsprøkan fór fyri 16,70 krónur, og tungan kom upp í 29,50 krónur fyri kilo.
Tilsamans vóru 271 tons av uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í dag, harav 180 tons av gulllaksi.