Ein kanning, sum tríggjar sjúkrasystrar í Grønlandi hava gjørt, vísir, at tað eru bæði ungar og tilkomnar grønlendskar kvinnur, sum fáa fosturtøku, og at talan er um kvinnur úr øllum samfelagsbólkum.
Vanliga hevur talið á føðingum verið størri enn talið á fosturtøkum, men hagtøl fyri 2000 vísa, at tað árið vórðu 887 børn fødd í Grønlandi, meðan talið á fosturtøkum var 944.
Grønlendski biskupurin, Sofie Petersen, sigur við Kristeligt Dagblad í Danmark, at ein orsøk til tær nógvu fosturtøkurnar er, at so at siga einki orðaskifti er um evnið. Soleiðis er eisini við øðrum grønlendskum trupulleikum so sum sjálvmorðum, sigur hon.
Embætislæknin í Grønlandi, Flemming Stenz, sigur, at einki nýtt er í tí stóra fosturtøku-talinum, og hann heldur, at tær eru ein partur av tilveruni hjá grønlendingum. Embætisløknin sigur, at tær nógvu fosturtøkurnar hava einki við rúsdrekkamisnýtslu at gera, soleiðis sum ofta hevur verið hildið.










