Fyrradagin var stórt miningarhald í Nortmandínum í Norðurfraklandi til minnis um ta stóru landgonguna hjá teimum sameindu har fyri 70 árum síðani. Millm luttakararnar vóru fleiri hermenn, sum vóru við tann dagin, og fyri fyrstu ferð var Danmark umboðað av teimum sokallaðu krígssiglarunum - tað eru menn, sum sigldu við teimum sameindu undir krígnum, harav fleiri vóru við D-dagin.
Nakrir føroyskir sjómenn vóru eisini við tann stóra landgongudagin og teir fyrstu dagarnar aftaná. Í fimta bindi í bókarøðini "Teir sigldu úti" skrivar Niels Juel Arge um sumbingin Martin Joensen og skálvíkingin Thomas Jákup Jensen. Teir sigldu við danska farmaskipinum "Grenaa", sum var millum tey fyrstu skipini til landgongustaðið Omaha Beach.
Men teir vóru ikki teir einastu føroyingarnair har. Niels Juel skrivar:
-Ein dagin skipið stóð uppi á sandinum á Omaha Beach, kom ein maður í flotayvirmannabúna og nógvum merkjum á bringuni umborð at hitta Martin. Martin greiddi seinni Thomas Jákupi frá, at maðurin var oddamaður fyri sleipibátunum har á strondini, og at hann var úr Havn - Vilhelm Reinert-Joensen at navni.
Ein fjórði føroyingur, sum var við til landgonguna tann 6. juni, var Hans Skálagarð úr Skálavík. Hann var 1. stýrimaður á einum skipi, sum var við Omaha Beach, og sum sigldi fimm ferðir tvørtur um Ermasund hesar dagarnar.
Sandavágsmaðurin Hendrik Haraldsen var eisini við til at flyta hermenn og útgerð yvir um Ermasund hesar dagarnar fyrst í juni í 1944. Hann sigldi sum smyrjari við einum skipi, sum æt "Fort St. Croix", sum setti hermenn og útgerð upp á land á Juno Beach, har bretski herurin fór í land.
Klaksvíkingurin Saul Strond var við einum amerikonskum skipi til landgonguna í Normandínum, men hann varð særdur so meint, at hann misti minnið, skrivar Niels Juel Arge millum annað.