Fleiri føroyingar til avvenjingar fyri rúsevni

Gongdin skal takast í størsta álvara, siga tey á Bláa Krossi

Tað eru fleiri og fleiri føroyingar, sum mug til avvenjingar fyri at misbrúka rúsevni.

Tað siga tey í Bláa Krossi.

 

Tey hava givið ársfrágreiðingina út í dag og har staðfesta tey, at seinastu árini er ein stór broyting hend.

 

Nógv tey flestu, sum eru til avvenjingar hjá Bláa Krossi, eru framvegis til avvenjingar fyri rúsdrekka. Men hesi seinastu árini eru tað eisini fleiri, sum eru til avvenjingar fyri onnur rúsevni.   

 

Tølini hjá Bláa Krossi vísa, at fólk, sum eru bundin av ymiskum rúsandi evnum, eisini eru bundin av rúsdrekka.

 

Felagsskapurin sigur, at 69 prosent av teimum, sum vóru í viðgerð í fjørð, høvdu trupulleikar av alkohol, afturímóti 63 prosent í 2013.

 

Hjá hinum 31 prosentunum var støðan tann, at tey høvdu blandað rúsdrekka og rúsevnum. Í 2013 var hetta talið 37 prosent.

 

Bundinskapur av alkoholi og tablettum hevur verið skiftandi seinastu árini. Í 2013 vóru 13 prosent av viðgerðunum fyri hetta slagið av bundinskapi, og í fjør lækkar tað niður í 9 prosent.

 

Størstu sveiggini eru í bólkinum rúsdrekka, tablettir, hash og narkotisk evni. Í 2013 var hetta slagi av misbrúki 12 prosent av viðgerðunum og í fjør hækkaði tað upp í 15 prosent.

 

- Ein orsøk til hetta kann vera, at tað er lættari at fáa fatur á rúsevnum og kanska er eisini meiri til av slíkum rúsevnum.

 

Í Bláa Krossi sigha  tey, at tað er eingin í Føroyum, sum bara misbrúkar hash ella onnur rúsevi.

 

Ein orsøk til at næstan eingin nýtir eitt einstakt evni, er kanska, at tilgongdin av rúsevnum er óstøðug.

 

- Hetta, at næstan eingin heldur seg til eitt einstakt evni, er møguliga eitt serføroyskt fyribrigdi og ein orsøk til tað kann vera, at ójavnt, hvussu tey eru til at fáa fatur á her á landi, siga tey í Bláa Krossi.