- Høgir livikostnaðir og avbjóðingar á almanna- og heilsuverkinum noyða nógv at flyta úr Grønlandi til Danmarkar, sigur grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz, sum umboðar Inuit Ataqatigiit

Fleiri flyta úr Grønlandi

Framskrivingar hjá Grønlands Statistik benda á, at fólkatalið í Grønlandi verður 45.700 í 2050 - ella umleið 11.000 færri enn í dag

- Høgir livikostnaðir og avbjóðingar á almanna- og heilsuverkinum noyða nógv at flyta úr Grønlandi til Danmarkar, sigur grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz, sum umboðar Inuit Ataqatigiit

- Høgir livikostnaðir og avbjóðingar á almanna- og heilsuverkinum noyða nógv at flyta úr Grønlandi til Danmarkar.

 

Tað skrivar Sermitsiaq og sipar til tað, sum grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz, sum umboðar Inuit Ataqatigiit, sigur.

 

- Fráflytingin seinastu árini er týðandi, og neyðugt er við politiskum tiltøkum, sigur fólkatingslimurin. 

 

Hon vísir á, at fráflytingin av grønlendingum hevur verið markant, sum hon tekur til, og hon heldur fyri, at neyðugt er við politiskum átøkum.

 

- Tit vilja fegin hava okkum heim, men hvar skulu vit búgva? Eg havi staðið uppskrivað í Nuuk í 30 ár.

 

Soleiðis siga fólk við Aaju Chemnitz, sum á Facebook hevur spurt, hví fólk flyta ella umhugsa at flyta úr Grønlandi til Danmarkar.

 

Sermitsiaq vísir á, at seinastu framskrivingarnar hjá Grønlands Statistk benda á, at fólkatalið í Grønlandi fer at minka, samstundis sum miðalaldurin hækkar.

 

Framskrivingarnar siga nevniliga, at fólkatalið í Grønlandi verður 45.700 í 2050 - ella umleið 11.000 færri enn í dag.

 

Minkingin stendst av, at føðitíttleikin er minkandi, og at fleiri og fleiri, sum eru fødd í Grønlandi, flyta av landinum.


 

 

- Høgir livikostnaðir og avbjóðingar á almanna- og heilsuverkinum noyða nógv at flyta úr Grønlandi til Danmarkar, sigur grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz, sum umboðar Inuit Ataqatigiit