Fleiri flogfeløg hava sent flogfør á flog at vita, hvussu øskan frá gosinum í Íslandi ávirkar flogførini. Tað sigur niðurlendska flutningsmálaráðið í kvøld. Sagt verður, at flogfelagið KLM, sum er ein partur av KLM-Air France, hevur sent flogfør á flog úr Amsterdam í Niðurlondum og Dússeldorf í Týsklandi at gera nakrar royndir.
Ein talskvinna fyri flutningsmálaráðið sigur, at tilsvarandi royndir eru gjørdar í Fraklandi og Belgia í dag.
Sum skilst flúgva flogførini ikki so langt uppi sum ferðamannaflogfør vanliga gera.