Fleiri fleirfaldir málskjúttar

Meðan kortveitsla varð hildin í Leirvík, skutu tríggir spælarar hattrick aðra satðni kring landið

Nú tað bara restar eitt umfar undan stutta summarsteðginum eru tað VB/Sumba og 07 Vestur, sum eru á uppflytingar plássunum. AB hongur væl í, eftir at argjamenn vunnu í Leirvík, meðan TB misti rættuliga nógv við tapinum í Sørvági.

Stóri málskjúttin hjá 07 Vestur var hesa ferð Jens Erik Rasmussen, sum 2. juni fylti 40 ár. Jens Erik skoraði øll trý málini hjá heimaliðnum, og ein annar veteranur, Óli Johannesen, minkaði eftir frísparksinnlegg um munin fyri TB.

Í Vági skoraði Dan Djurhuus tríggjar ferðir fyri VB/Sumba, sum hevði vitjan av B68. B68 veteranurin Súni Fríði Barbá minkaði um munin til 3-1 tíðliga í 2. hálvleiki, og tað gjørdist rættuliga spennandi eina lítla løtu, tá ið unglingaspælarin Remi Langgaard minkaði um munin at vera eitt mál. Men talan var bara um spenning í eina lítla løtu, tí VB/Sumba svaraði beinanvegin aftur.

Í Leirvík tryggjaði AB sær týdningarmiklan og trivaligan 5-1 sigur. Talan var um rættuliga friðarliga uppgerð, men í góðveðrinum vóru kortini ofta á lofti. Dómarin vísti fjúrtan ferðir ostaflísina – ofta segði hann tað vera fyri munnhøggarí – og tríggjar ferðir varð flísin konverterað til ostaskorpuna.

Hetta bar við sær, at Víkingur eina løtu í 2. hálvleiki spældi við níggju ímóti ellivu.

Í Runavík lyfti heimaliðið sær eitt sindur longri burtur frá botninum, meðan vánaliga gongdin hjá KÍ, og harvið kósin ímóti botnplássi, helt fram.

Stóri málskjúttin hjá NSÍ var unglingaspælarin Klæmint Andrasson Olsen, sum skoraði tríggjar ferðir.

Í síðsta umfarinum undan summarsteðginum verða bara tríggir dystir á skránni. TB hevur longu vunnið 6-0 á NSÍ, og Víkingur hevur vunnið 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Toppuppgerðin verður í Sørvági, har VB/Sumba fer at vitja leygardagin, og tá spæla eisini AB-HB og B68-KÍ.