Fleiri fiskiskip koma í svára neyð í heyst

 Broytast umstøðurnar ikki munandi beinanvegin, koma fleiri skip í neyð longu í heyst, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum

Fiskifloti í trongstøðu

Støðan hjá føroyska fiskiflotanum er nú so vánalig, at kemur ikki munandi broyting í heilt skjótt, koma fleiri skip í álvarsamar trupulleikar longu í heyst.
Tað metir Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum.
Hann sigur, at alt gongur ímóti í løtuni.
 Fiskiskapurin er vánaligur og prísurin er vánaligur, men afturfyri er oljan sera dýr.
Hann sigur, at støðan hevur ført við sær, at fleiri bátar eru lagdir við bryggju, sum støðan er.
Nær teir fara aftur til fiskiskap, er ilt at siga.
 Men eitt er í øllum førum vist og tað er, at hendir onki munagott beinanvegin í summar, verða tað fleiri skip, sum koma í álvarsamar trupulleikar, longu í heyst. Tá verður tað ein spurningur, hvussu nógvir loysa aftur.
Jákup Sólstein sigur, at støðan er so álvarslig, at nakrir bátar eru bundnir við bryggju fyribils.
 Oljuprísurin hevur sera stóran ávirkan á raksturin av einum skipi og við tí fiskiskapi og teimum fiskaprísum, vit hava nú, sigla skipini við halli við teimum oljuprísum, sum eru.
Formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at tað er serliga trolaraflotin, sum er í svárum trupulleikum av tí høga oljuprísinum, og teir serliga teir stóru lemmatrolararnar.
 Teir, sum trola eftir uppsjóvarfiski eru í somu støðu og veruleikin er tann, at í løtuni loysir tað seg rætt og slætt ikki at trola eftir svartkjafti.
Og støðuna hjá rækjuflotanum, tímir hann ikki at nevna einaferð afturat, tí hon er vælkend.
 Við oljuprísinum, sum nu er, siglur ikki eitt tað einasa rækjuskip í heyst,
 Men veruleikin er, at allir trolaraflotin, og serstakliga lemmatrolararnir, er í heilt stórum vanda, tí teir fiska allir við halli í løtuni.
Hann ásannar kortini, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu trolarar eru fyri. Nakrir eru hampiliga væl fyri, men nógvir eru heilt illa fyri frammanundan, so har skal ikki nógv til afturat.
Hinvegin er línuflotin eitt sindur frægari fyri.
Jákup Sólstein sigur, at í løtuni kostar oljan umleið 3,10 krónur til 3,30 krónur fyri liturin til skipini.
 Fyrst í ár kostaði oljan niðurímóti tveimum krónum fyri liturin. Sostatt er oljan til skipini dýrkað meiri enn eina krónu fyri liturin, bara hetta seinasta hálva árið. Sostatt er oljuprísurin hækkaður meiri enn 50%, bara uppá eitt hálvt ár.
Hann sigur, at hóast støðan er so mikið hættislig hjá skipaflotanum, at stórur vandi er fyri at ein stórur partur av honum, fer av knóranum, frættist ikki eitt orð frá tí almenna.
Hvat skuldi tað almenna gjørt?
 Tað er nevnt fyrr, so tað er óneyðugt at endurtaka tað. Men eg kann vísa á, at seinast vit høvdu eina oljukreppu, traðkaði tað almenna til, sigur Jákup Sólstein.