Í gjár vóru fleiri bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt Inni í Firði í Kollafirði. Har er tað loyvt at koyra 50 km/t, men fleiri koyrdu skjótari enn tað.
Les eisini: Koyrdi 141 km/t í nátt
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at fimm bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt á hesum vegateininum. Allir lógu um 75 – 80 km/t og fingu sostatt allir klipp í koyrikortið.
Les eisini: Ein tikin fyri rúsdrekkakoyring í nátt
- Um ein hevði koyrt 81 km/t, so hevði tað viðført treytaða frádøming, sum merkir, at man missir koyrikortið um man ger tað einaferð aftrat, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í dag.