Løgreglan er í hesum døgum í Suðuroynni og kannar akfør. Í gjár og í dag hevur løgreglan tískil steðgað fleiri bilum í royndini at finna fram til, um akførini liva upp til ásetingarnar í lógini. Í gjár vórðu 107 bilar steðgaði í Suðuroynni.
Í morgun var løgreglan á Krambatanga áðrenn Smyril legði frá landi. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at 55 bilar vórðu kannaðir í morgun, og at 10 bøtur vóru givnar.
Har ímillum vóru trý fólk, sum ikki høvdu koyrikortið við sær. Tveir bilar høvdu ov stóran mun á píkunum á dekkunum. Seks bilar høvdu trupulleikar við lyktunum og tveir bilar høvdu niðurslitin dekk.