Á middegi í gjár vóru fýra fólk steðgaði í Klaksvík fyri ikki at vera í trygdarbelti. Revsingin fyri at gloyma beltið er ein bót.
Við Skipaneskrossin steðgaði løgreglan eisini trimum bilum. Eini bilførarin varð steðgaður fyri at tosa í fartelefon og ein fyri manglandi trygdarbelti. Hesir fingu hvør sína bót. Hin triðji varð steðgaður fyri at yvirhála í sperriflatu, og fekk tískil klipp í koyrikortið, hetta veit løgreglan í dag.










