Fleiri ferðsluóhapp í illveðrinum í gjár

Onkur av teimum vóru ógvuslig, men talan er bara um materiellan skaða

Tað var av ringasta veðri í gjár við nógvum avfalli, og tað hevur elvt til fleiri ferðsluóhapp.

Á miðdegi fór ein bilur út av í Sandoynni, beint heiman fyri fyri Hálsavatn á Sandi, hann fekk nakað av skaða, men eingin fólkaskaði var.

Stutt eftir var eitt ferðsluóhapp á Høgareyni, har ein bilur rendi inn í síðuna á einum øðrum bili. Løgreglan sigur, at bilarnir fingu stóra skaða, men fólkaskaði var eingin.

Ein bilur steðgaði upp Millum Fjarða steðgaði ein bilur upp Millum Fjarða, men tað ógvusligasta óhappi var í Vágum í gjárkvøldið. Tann bólurin fór so illa út av, at hann bóltaði runt. Fimm fólk vóru í honum, men tey sluppu óskalað frá hendingini.

Annars hava tað verið rættiliga nógv jólaborðhald ymsastaðni kring landið hetta vikuskiftið, og tí var nógv fólk í býnum, men løgreglan sigur, at tað hava tey ikki havt teir allarminstu trupulleikarnar av.