Fleiri ferðsluóhapp í dag

Løgreglan sigur, at fleiri ferðsluóhapp hava verið í dag.

Nakað í 20.00 í kvøld rendu eitt prutl og ein bilur saman í Saltangará. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at enn veit løgreglan ikki hví óhappið hendi, men løgreglufólk eru nú á staðnum og kanna málið. Unglingin, sum koyrdi prutlið, er fluttur á sjúkrahúsið, tí viðkomandi gramdi seg um pínu í lendunum og beinunum.

 

 

Umframt hetta var eitt ferðsluóhapp á Frælsinum í Havn fyrr í dag. Tað var um 17.30, at ein bilur rendi í reyvina á einum øðrum. Tað var tá fremri bilurin setti ferðina niður og skuldi snara av vegnum, at hin aftari ikki helt nøktandi frástøðu og sostatt rendi í reyvina á fremra bilinum. Tað var hampiliga stórur materiellur skaði, tó eingin persónsskaði, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Og tað kostar føraranum í aftara bilinum eitt klipp í koyrikortið. 

 

 

 

Um 19.00 tíðina í kvøld varð løgreglan eisini boðsend, tí ein smádrongur súkklaði á síðuna av einum bili. Vakthavandi greiðir frá, at umstøðurnar vóru soleiðis, at sjaførurin als ikki kundi varða seg fyri hendingina, sum fór fram í Varðagøtu í Havn. Eingin skaði stóðst av hendingini. Umframt hetta hevur løgreglan skriva tríggjar bøtur fyri at koyra ov skjótt. Allar eru skrivaðar í Eysturoynni. Tað eru bilførarar, sum lógu um 100 km/t, og sostatt fáa bót, men sleppa undan klippinum í koyrikortið .