Fleiri ferðslu­ábøtur í Suðuroy

Landsverk hevur verið og er fram­vegis í gongd við fleiri arbeiðir í Suðuroy, sum økja um ferðsl­utrygdina í oynni. Eitt nú millum Lopra og Akr­ar, Nesi í Vági, Fámjin og farleiðina til Hvalbiar.

Ferðslukervið í Suð­ur­oynni hevur fingið munandi á­bøtur í seinastuni, og enn eru fleiri arbeiðir í gongd í oynni, sum koma at lyfta ferðslutrygdina tann rætta vegin.

Um vit byrja við syðra enda, so er J&K Petersen júst farnir undir at breiðka smala og heldur krókuta veg­in millum Lopra og Akr­ar. Til tess at rætta veg­in upp, verður bæði breiðk­að niðaneftir við at taka av bakkanum fram­við, og í øðrum førum verð­ur fylt út niðanfyri.

Við bygdina Nes í Vági verð­ur í løtuni busslummi gjørd­ur, so tað gerst trygg­ari hjá ferðafólkum at koma til og frá bussinum, eins og hetta ger ferðsluna á lands­vegn­um tryggari.

Í Fámjin er farið undir at gera eina sokallaða bakk­a­verju, so brimið ikki má­ar meira av fjøruni, har veg­urin gongur framvið.

Síðani nýggjur fót­bólts­vøll­ur er komin í Trong­is­vági, er ferðslan til og frá økinum økt munandi. Lands­verk gjørdi tí av at ferðsl­u­tryggja vegamótið Trong­is­vág-Hvalba við at gera tryggari gonguteigar og seta upp ljós við hetta veg­a­mótið, har eisini skúli og ítróttarhøll sum kunnugt liggja.

Síðst, men ikki minst, eru og verða stórar ábøtur gjørd­ar í Hvalbiartunlinum. Um­framt at loftið er hækk­að, verð­a nøkur av møt­i­pláss­u­num víðk­aði, rýmingarljós og eldsløkkjarar sett upp, eins og fartelefonsamband skjótt kemur í tunnilin.

Eisini er brúgvin til Nes í Hval­ba umvæld fyrr í ár.