Fleiri ferðaðust í november

Samlaða ferðafólkatalið er lækkað 9,0% higar til í ár, men í november var talan um lítlan vøkstur. Á heimasíðuni skrivar Vága Floghavn, at í november í ár eru 12.825 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 0,6% fleiri enn í november í fjør, tá talið var 12.752.

Í november í ár hava verið 354 komur og fráferðir. Hetta er 6,0% fleiri enn í november í fjør, tá tað vóru 334 komur og fráferðir.

Fyrstu 11 mánaðirnar í ár eru 190.936 ferðafólk komin og farin um floghavnina. Hetta er 8,4% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ferðafólkatalið var 208.368.

Fyrstu 11 mánaðirnar í ár hava 4.506 fráferðir og gomur verið. Tað eru 11,5% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 5.090.

Samlaða farmamongdin fyrstu 11 mánaðirnar í ár var 8,8% størri enn sama tíðarskeið í fjør. Tilsamans 810,2 tons í ár í mun til 744,4 tons í í fjør.