Ein russiskur listi yvir krígsfangar, sum russar siga vóru umborð í hernaðarliga flutningsflogfarinum, sum datt niður í Russlandí mikudagin, hevur fleiri feilir.
Tað siga ukrainsku myndugleikarnir.
- Listin, sum er deildur í russiskum tíðindamiðlum, hevur nøvn á krígsfangum, sum longu eru leyslatnir aftur fyri russiskar krígsfangar.
Tað sigur ukrainski mannarættindaumboðsmaðurin við tíðindastovuna, Reuters.
Russar hava ført fram, at 65 ukrainskir krígsfangar vóru í hernaðarliga flutningsflogfarinum, sum datt niður í Belgorod-regiónini, ið liggur upp at ukrainska markinum.
Russar siga eisini, at tað var ukrainski herurin, sum skeyt flogfarið niður.
Ukrainska trygdartænastan SBU sigur í dag, at ein kanning er sett í verk, sum skal greiða umstøðurnar og tað, sum hendi, tá flogfarið varð skotið niður.
Ein talsmaður fyri franska uttanríkisráðið sigur,. at Frakland ikki dugir at meta um, hvørt úttalilsini, sum russar varta upp við um hendingina, eru sonn.
- Í Russlandi eru tey von við at lúgva um slíkar hendingar, sigur maðurin í franska uttanríkisráðnum, Christophe Lemoine, í einari miðlakunning í París í dag.