Fleiri fara heim aftur til Ukraina

ST-flóttafólkastovnurin sigur, at talið av fólki úr Ukraina er minkað, og týðilig tekin eru um, at fleiri flyta heimaftur. - Men, hetta kann broytast skjótt, og tað kann saktans henda, at fleiri noyðast at rýma einaferð aftrat.

 

 

- Tað eru framvegis fleiri, sum flyta úr Ukraina, men tað, sum er broytt seinastu tvær vikurnar, er, at tað er eitt munandi tal av fólki, sum nú flyta heim aftur til Ukraina.

 

Tað sigur Anders Aalbu, sum er talsfólk í Noregi fyri flóttafólkastovnin hjá ST, róptur UNHCR.

 

Longu hin 2. apríl hitti norska blaðið Verdens Gang flóttafólk, sum vóru á veg aftur til Kyiv í einum stappaðum toki. Síðan tá hava russisku herdeildirnar tikið seg aftur úr økinum kring høvuðsstaðin og norðara part av landinum.

 

Er talið av flóttafólki, sum venda heimaftur, økt?

 

- Ja, tað er tað. Seinastu tvær vikurnar hava vit sæð ein vøkstur. Men, støðan er ógvuliga ógreið og ótrygg, og viðurskiftini kunnu broytast knappliga, sigur Anders Aalbu.

 

Flóttafólkastovnurin UNHCR hevur tøl yvir, hvussu mong eru rýmd úr Ukraina, og hvar hesi fólkini fóru, tá tey fóru úr landinum. Men, stovnurin hevur ikki fulla greiði yvir, hvar øll hesi fólkini eru í dag.

 

##med2##

 

Í samrøðum við flóttafólk, sum eru í grannalondunum hjá Ukraina, heldur flóttafólkastovnurin hjá ST, at fleiri vilja vera í londunum nærindis, soleiðis at ferðin heim aftur verður lættari.

 

- Summi eru farin heim aftur í vónini um at vera verandi í Ukraina, og onnur eru farin heim aftur á eina styttri vitjan.

 

Anders Aalbu sigur, at ST-stovnurin skilir, at fólk ynskja at sleppa heim aftur, og at fólk royna at finna varandi loysnir í Ukraina, men stovnurin stúrir fyri, at tað í ringasta føri kann gerast neyðugt hjá hesum fólkum at flýggja einaferð aftrat.

 

Støðan í Ukraina kann broytast ógvuliga skjótt, og eingin veit við vissu, hvussu komandi tíðin verður. 

 

 

 

 

 

Kelda: Flóttafólkastovnurin hjá ST (UNHCR), seinast dagført hin 14. apríl 2022.