SVANGASKARÐ: Klaus Augenthaler er venjari hjá Grazer AK. Hann er fyrrverandi týskur landsliðsspælari, og hæddarpunktið á fótbóltslívinum hjá honum var, tá hann var við til at vinna HM í 1990.
Týskarar eru miðvísir og taka uppgávurnar í álvara, og hóast tað er langt frá HM kappingunum og lívinum sum liðformaður á størsta týska liðnum, Bayern München, og til ein innleiðandi dyst í UEFA Cup á Svangaskarði, so segði hann seg taka uppgávuna í stórum álvara:
? Alt kann henda í fótbólti. Í síðstu viku vórðu onkur av stóru liðunum í bundasliguni send úr steypakappingini av smáum feløgum, og hetta var fyri meg ein áminning um, at tú skalt ikki taka nakað fyri givið. Vit vistu, at klaksvíkingar taka fótbóltin í álvara og venja seks ferðir um vikuna, og vit vistu, at teir høvdu vunnið móti Maccabi Haifa. Vit gjørdu av at trýsta teir langt frammi á vøllinum, takla og harvið skapa góðar støður fyri okkum, og tað eydnaðist til fulnar.
Fert tú at seta onkrar av góðu spælarunum á beinkin, tá KÍ kemur niður til Grazer?
? Átta av spælarunum hjá okkum eru skaddir. Onkrir teirra vera tøkir um tvær vikur, og dysturin móti KÍ verður gott høvi hjá teimum at fáa dystarvenjing. Tað fer at hava við sær, at onkrir av teimum, sum spældu í dag, fara at sita á beinkinum um tvær vikur, men vit fara ikki at seta nakað unglingalið at spæla móti KÍ, segði sera professionelli Klaus Augenthaler.