Verður aldursmarkið fyri at koyra prutl, lækkað, verður tað eitt afturstig fyri ferðslutrygdina.
Tað heldur Ráðið fyri Ferðslutrygd, RFF, nú Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at lækka aldursmarkið fyri at koyra prutl.
Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir frá at aldursmarkið fyri at koyra prutl, verður lækkað.
- Verður tað lækkað, fer tað mest sannli?kt hava við sær, at fleiri fara at doyggja og at fáa skaða í ferðsluni, sigur Brynhild Høgnadóttir stjóri í RFF í eini viðmerking til ætlanina.
Ætlanin er, at hereftir skulu vit hava tvey sløg av prutlum. Lítil prutl eru tey, vanligu, vit kenna, og sum kunnu koyra 30 kilometrar um tíman. Har er aldursmarkið 16 ár í dag, men nú er ætlanin at lækka tað niður í 15 ár.
Men nú skal ein nýggjur bólkur av prutlum stovnast. Tað er ein bólkur, ið ber heitið, stór prutl, og sum eru prutl, ið kunnu koyra 45 kilometrar um tíman.
Í dag krevst koyrikort til motorsúkklu til at koyra tey prutlini, men nú er ætlanin at lækka aldursmarkið niður í 16 ár.
Nógv størri vandi
Ráðið fyri Ferðslutrygd vísir á, at í Føroyum er ógvuliga avmarkað við Hagtølum og tí hava tey hildið seg til royndirnar, onnur hava gjørt.
Ráðið fyri Ferðslutrygd staðfestir, at vandin fyri at tann sum koyrir á prutli, doyr, ella fær a?lvarsligan skaða, er sera sto?rur afturímóti teimum sum koyra onnur akfør.
- Hetta er serliga galdandi fyri sma? prutl. Til dømis eru tey, sum koyra á li?tlum prutli í 200 ferðir so stórum vanda sum tey, sum koyra i? bili, og tey eru í 1.000 ferðir so stórum vanda sum tey, sum koyra i? bussi.
Hetta vi?sa tøl i? Svøri?ki, Noregi, Sto?rabretlandi og Niðurlondum, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
RFF heldur, at verður aldursmark fyri at koyra lítið prutl, lækkað niður í 15 ár, er væl hugsandi, at fleiri 15 a?ra gomul fara at fa?a sær prutl.
- Hetta kann mest sannli?kt hava við sær vøkstur i? deyðum og skaddum i? ferðsluni.
I? Danmark varð aldursmarkið lækkað niður i? 15 a?r i? 1971, og her sa?st, at talið a? 15 a?ra gomlum, sum fingu skaða, vaks u?r 100 til 150 um a?rið, upp i? 600 til 800 um a?rið.
Ráðið fyri Ferðslutrygd ásannar, at hetta kann ikki flytast beinleiðis upp til okkara ti?ð.
Annars er vísir ein kanning, at talið a? 15 ára gomlum, sum fingu skaða, kundi væntast at hækka 335% og talið á 14 ára gomlum, sum fingu skaða, kundi væntast at hækka 149%.
- Ti? kundi væntast, at talið a? deyðum og skaddum 15 a?ra gomlum tvífaldaðist, varð aldursmarkið lækkað niður i? 15 a?r.
Eisini er greitt i? somu kanning, at ein lækking av aldursmarki niður i? 15 a?r ikki hevur við sær fall i? tali a? deyðum 16 og 17 a?ra gomlum.
Her kann leggjast afturat, at hesi tølini hava elvt til, at aldursmarkið fyri at koyra prutl í Danmark, síðani er hækkað aftur til tað upprunaliga, nevniliga 16 ár fyri at koyra lítil prutl og annars 18 ár fyri at koyra stór prutl.
RFF vísir eisini á, at í 2002 varð aldursmarkið fyri at koyra prutl lí Eysturríki, lækkað u?r 16 niður i? 15 a?r i? Eysturri?ki. Hetta hevði við sær eina hækking u?r 200 uppi? 1600 perso?nsskaðar millum 15 a?ra gamlar prutlførarar,
Hetta svarar til royndirnar í Danmark i? sjeytiárunum.
- Svøri?ki eru 15 a?ra gomul tey, sum hava flest vanlukkur a? prutli, tríggjar ferðir fleiri enn 16 og 17 a?ra gomul.
Verður hugt eftir talinum á skaddum og deyðum fyri hvønn koyrdan kilometur, er prutl tað vandamiklasta flutningstólið av øllum.
Ráðið fyri Ferðslutrygd vísir eisini á, at danskar og aðrar u?tlendskar kanningar vísa, at koyriu?tbu?gvingar tykjast at hava eina a?vi?sa, men avmarkaða effekt.
Hjá teimum, sum koyra prutl og motorsu?kklu tykjast royndir at hava li?tlan ty?dning.
- Tað er i? høvuðsheitum aldurin -og ikki royndirnar- sum hava ty?dning fyri va?ðan hja? teimum, sum koyra prutl og motorsu?kklu, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Eingin veit
Ráðið Fyri Ferðslutrygd vísir á, at í Svøri?ki meta politikarar, at er koyriu?tbu?gvingin go?ð, ber til at loyva 15 a?ra gomlum at koyra prutl.
- Tey sum granska í ferðslutrygd meta hinvegin, at tað er greitt, at eingin veit, hvussu ein sli?k u?tbu?gving skal snikkast.
Væntandi verður kravt, at hon skal vera ri?miliga stutt og at hon skal mo?tvirka allar biologiskar, sa?larfrøðiligar og sosialar faktorar som gera, at 15 a?ra gomul hava munandi størri va?ða.
- Eftirsum 15 a?ra gomul ikki eru liðugt ment at sty?ra kenslum og at reflektera yvir avleiðingar, er neyðugt at finna fram aðrar pedagogiskar strategiir fyri at fa?a 15 a?ra gomul at bera seg rætt at a? prutli.
- Svenskur ferðslutrygdargranskari metir ikki, at hesar eru tøkar i? dag. Tað sny?r seg ikki um at læra seg at sty?ra, bremsa og fylgja skeltum. Tað sny?r seg hinvegin um motivatio?nina fyri at koyra trygt, at gera røtt val, ta? tað kemur til ikki at tuna, at halda ha?marksferðina, ikki at koyra ru?sdrekkaavirkað, at ny?ta hja?lm og so framvegis.
Ráðið fyri Ferðslutrygd er eisini ímóti at lækka aldursmarkið fyri at koyra stór prutl, niður í 16 ár.
RFF staðfestir í hesum sambandi, at í Niðurlondum meta granskarar, at verður aldursmarkið at koyra stór prutl, hækkað úr 16, upp í 18 ár, kundi tað fyribyrgt 44 deyðum og 1650 sju?krahu?sinnleggingum um a?rið.