Fleiri familjur í somu støðu

– Hetta er ein trupulleiki, sum vit kenna væl. 18 ár er skilmarkið, tá ymsar tænastur, sum okkara brúkarar hava tørv á, detta burtur frá degi til dags – og eingin vil eiga ábyrgdina av at loysa hendan trupulleikan, sigur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna.

Eydna Skaale

– Í Javna hava vit leingi mælt til at broyta skipanina, staðfestir Sigrun Wardum.
Hon vísir í sama viðfangi á eina stuðulsskipan, sum grannalondini hava innført, nevnd »Brúkarastýrd Persónlig Atstøða« (Assistanca) og stytt BPA.
– Hetta er ein privat skipað skipan, sum tað almenna rindar fyri. Á hendan hátt fær brúkarin sjálvur ávirkan á, hvør tað er, sum verður settur sum stuðul, greiðir Sigrun Wardum frá.
Í støðuni hjá Malenu og Ólavi, kundi Malena sostatt verið sett sum stuðul fyri sonin – tað er jú tað arbeiðið, hon longu hevur – men munurin við BPA skipanini hevði verið, at hon so hevði fingið løn fyri sítt arbeiði.

Brúkarin í fokus
Sigrun Wardum greiðir frá, at við BPA skipanini er tað brúkarin, sum er í fokus.
– Tørvurin hjá brúkaranum verður lýstur, bæði av fakfólki, men eisini av foreldrum og av brúkaranum sjálvum. Og síðani verður tað játtað av sama kassa, sum tað almenna stuðulstilboðið. Munurin er, at tað ikki er eitt fremmant fólk, sum verður sett, men at brúkarin hevur møguleika at velja sjálvur, hvør tað er, sum skal setast, vísir Sigrun á.
Harumframt verður dentur lagdur á at førleikamenna og útbúgva stuðlarnar.
Sigrun leggur dent á, at felagið, sum lutar brúkarastýrdu persónligu atstøðuna út, ikki er eitt felag, sum hevur vinning fyri eygað, og at alt fokus er á brúkaranum.
– Tað eru fleiri nøgdsemiskanningar, sum vísa, at tað er alstórur munur á BPA og á vanligu, almennu stuðulsskipanum, har tað eru tilvildarligir og skiftandi stuðlar, sum verða settir at hjálpa brúkaranum.
Javni hevur leingi víst á møguleikan við hesi skipanini – og tey hava eisini heitt á Anniku Olsen um at gera eitt pilotprojekt, so nakrar familjur kundu fingið ta hjálpina, tey so hart hava fyri neyðini.
– Tað tykist, sum at man vil nógv gott frá politiskari síðu, men tað hendir allíkavæl lítið og einki ítøkiligt. Javni kennir væl til trupulleikan við 18-67 ára aldursmarkinum, og vit hava víst á, at tað í løtuni eru fleiri familjur, sum eru í neyð av hesi regluni. Landstýriskvinnan sigur seg arbeiða við málinum, men enn er so einki hent, vísir Sigrun Wardum, forkvinna í Javna á.


----------