Fleiri fátækir evropearar

Sætta hvørt fólk í Evropasamveldinum hevur ilt við at fáa endarnar at røkka saman, tá rokningarnar skulu gjaldast um mánaðarskiftið. Tað kemur fram í einari kanning, sum ES-nevndin hevur latið gera.

Niðurstøðan er, at støðugt fleiri evropearar fáa fíggjarligar trupulleikar orsakað av altjóða fíggjarkreppuni.

Sum væntað eru tað serliga grikkar, sum hava ilt við at rinda hvørjum sítt. 85 prosent av teimum spurdu grikkunum siga, at pengarnir røkka ikki. Eisini í Italia, Bulgaria, Rumenia og Fraklandi kæra fólk seg um, at tey fáa ikki endarnar at røkka saman.

Kanningin hjá ES-nevndini vísir eisini, at fólk vænta sær ongan bata í bræði. Bara í Letlandi, Litava og Ungarn vænta fólk, at tað fer at ganga tann rætta vegin skjótt.