Tað eru fleiri verkætlanir í Føroyum í løtuni, har tað verður granskað í covid-19 tengdum viðurskiftum.
Granskingarráðið hevur gjørt eitt yvirlit yvir hesar verkætlanir, og hetta yvirlit sæst um heimasíðuna - gransking.fo.
- Her sæst, hvat verkætlanin er um, hvør er verkætlanaleiðari, hvør stuðlar fíggjarliga, og her sæst eisini, hvørji úrslit eru almannakunngjørd vísindaliga og á annan hátt.
Í Granskingarráðnum vísa tey á, at yvirlitið er býtt sundur í verkætlanir á ymiskum økjum.
- Flestu av hesum verkætlanum eru fíggjarliga stuðlaðar av covid-19 átakinum hjá Granskingarráðnum, men ikki allar.
Lagt verður aftrat, at fyri hvørja verkætlan er ein útgreining á einari undirsíðu, og sum nevnt kunnu allar hesar verkætlanir síggjast um heimasíðuna - gransking.fo