- Hetta kann enda við beinleiðis kríggi ímillum fiskimannafelagið og reiðarar. Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag leggur ikki fingrarnar ímillum.
Tað eru nakrir føroyskir reiðarar, sum als ikki virða manningarnar og sum fara við teimum, akkurát sum tað passar teimum.
Hann sigur, at hetta merkir, at tað kemur ferð eftir ferð fyri, at ávísir reiðarar als ikki vilja halda sáttmálan.
Men tað skal steðgast, staðfestir formaðurin í Fiskimannafelagnum.
- Og vit fara at gera tað, sum krevst fyri at steðga hesum. Vit eru eisini til reiðar at leggja skipini, verður tað neyðugt, at taka reiðarar ikki betri partar fyri seg, kann hetta enda við rættiligum kríggi ímillum reiðarar og Fiskimannafelagið, hóttir Jan Højgaard.
Enda á svartalista
Fyribils hevur Fiskimannafelagið nú givið nøkrum reiðarum ávaring um, at halda teir fram at bróta sáttmálan, verða teir settir á ein svartalista.
Fiskimannafelagið hevur fyrr hótt við at gera ein svartalista við reiðarum, sum ikki halda sáttmálan við Fiskimannafelagið.
- Og nú eru nakrir reiðarar ávaraðir um, at teir eru í ferð við at enda á einum svartalista.
Ætlanin er at almannakunngera hendan svartalistan fyri at kunngera fyri sjófólki, hvørjum reiðarum tey skulu halda seg frá, tí at teir virða ikki sáttmálarnar.
Men hetta verður eisini gjørt fyri at reinsa allar teir mongu reiðararnar, sum halda sáttmálin so at ikki teir skulu liggja undir illgruna fyri at bróta rættindini hjá manningunum.
- Nógv teir flestu reiðararnir eru fyrimyndarligir arbeiðsgevarar og vita ikki alt tað góða, teir skulu gera fyri fólkið hjá sær og tað er órættvíst, at teir skulu koma undir ringt umdømi, tí at nakrir fáir ikki virða rættindini hjá manningunum, sigur Jan Højgaard.
Jan Højgaard vil ikki siga, hvussu nógvir reiðarar hava fingið ávaring, ella, hvørjir teir eru.
Men talan er bæði um fiskiskip og ferðamannaskip, staðfestir hann.
Skuldu siti í geglinum
Hann sigur, at í veruleikanum vildi hann ikki trúð, at støðan var so vánalig, sum hon er.
- Eitt vanligt sáttmálabrot er, at hýran verður ikki goldin til tíðina. Manningin skal hava løn í seinasta lagi tvær vikur eftir at skip hava avreitt, men í ávísum førum kunnu tað ganga mánaðir áðrenn teir fáa lønina.
- Tað er er eisini vanligt, at reiðarar ikki betala frítíðarløn, trygging og eftirløn, sum teir eiga eftir sáttmálanum.
- Ístaðin stinga teir pengarnar í sín egna lumma. Hetta er rætt og slætt svik og reiðarar, sum gera slíkt, áttu at verðið settir í geglið, sigur Jan Højgaard.
Hann sigur, at tá ið manningarnar fáa uppgerðirnar stendur á teimum, at tryggingar og øll gjøld eru goldin og tí eru menninir í góðari trúgv.
- Men so kann koma undan kavi eitt ár seinni, at tað eru tey ikki kortini og tað er rættiliga álvarsligt, tí tað setir fiskimenn í ein ringa støðu, skuldi tað hent, at teir koma til skaða.
Jan Højgaard sigur, at Fiskimannafelagið hevur í ávísum førum verið noytt at stevnt reiðarum fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag.
- Men í veruleikanum er talan um brot á revsilógina, tí hetta er svik. Sostatt er hetta í veruleikanum talan um politimál og tað kann als ikki útihýsast, at reiðarar, sum ikki hava hesi viðurskifti í rættlag, verða meldaðir til løgregluna í framtíðini, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.
Sosialurin í morgin: Ódámlig framferð
Nýggi formaðurin í Fiskimannafelagnum hevur lagt eina nýggja linju, men framferðin er eitt sindur ódámlig, heldur formaðurin í Reiðarafelagnum, Jákup Sólstein.
- Tað er ikki gamalt í Føroyum at hótta við at seta fólk á svartalista. Hann kennir onki til, at tað er vanligt, at sáttmálar verða brotnir, men hendir tað, plaga tað at verða avgreitt í øllum góðum, uttan at tað hevur verið neyðugt at hótta við bæði báli og brandi