Fleiri føroysk nøvn á Distortion

Distortion byrjar í danska høvuðsstaðnum í dag, og til og við sunnudagin verða gøtur og býarpartar í Keypmannahavn karmur um eina tónlistarliga veitslu. Fleiri føroyingar fara at vitja festivalin, men eisini fleiri føroyskir tónleikarar fara at spæla í býnum hesar dagarnar.

 

Mpiri, hósdagin:

Í morgin, hósdagin, verður føroyska kórið Mpiri partur av eini roynd at gera heimsmet. Tað verður á Blegdamsvej á Nørrebro, at fyriskipararnir av Distortion ynskja at skapa »Det ukendte mesterværk«, sum er ein 100 metrar langur málningur. Fyriskipararnir hava keypt 10.000 penslar, sum øll kunnu taka í nýtslu meðan Føroyavinirnir Anders Lund Madsen og Anders Breinholdt siga frá og Mpiri syngur. Hetta verður frá klokkan 19.00 til 22.00 í annaðkvøld.

 

Brynjolfur, fríggjadagin:

Brynjolfur á Heygum eigur ivaleyst størstu uppgávuna millum føroysku tónleikararnar, tá hann skal stjørna pallinum The Nordic Rave, sum hevur pláss fyri umleið 5000 fólkum.

- Fyrru árini hava tað verið teir somu persónarnir, sum hava havt hendan pallin, men í ár vildu fyriskipararnir royna okkurt nýtt. Tey hildu, at tað kundi verið feitt við einum nordiskum rave tema fríggjadagin og -kvøldið, har teir bestu diskararnir frá Íslandi, Føroyum og Finlandi koma og vísa, hvat teir duga, og hvussu vit halda raves. Fólk í Danmark og longri suðureftir vita nemliga lítið og einki um, hvat hendir heilt her norðuri, hevur Brynjolfur á Heygum, ella Bryn, sum hann kallar seg, greitt frá á roddin.fo.

The Nordic Rave verður á Vesterbro fríggjadagin frá klokkan 17.00 til 23.00.

 

Fróði & The Pink Slips, leygardagin:

Leygarkvøldið spæla Fródi & The Pink Slips mitt í øllum Distortion rokanum á Vesterbro, í nýggja spælistaðnum KB18 í Kødbyen. Tað eru fólkini handan Lades Kælder inni í býnum, sum hava opnað hetta nýggjað staðið, ið er munandi størri enn Lades Kælder, har bólkurin hjá Fróða Hansen mangan hevur spælt áður.

Tiltakið, har amerikanski bólkurin Arms And Sleepers eisini skulu spæla, byrjar klokkan 21.00 og Fróði & The Pink Slips fara á pall klokkan 22.00.

Konsertin verður tann seinasta við Fróði & The Pink Slips í Keypmannahavn í eina tíð, nú bólkurin av álvara fer undir at arbeiða við nýggju fløguni »Snapshots«, sum kemur út næsta vár.

 

Dennis Agerblad, leygardagin:

Tað verður eisini ein føroyingur, sum verður við at seta punktum fyri ársins Distortion. Den Brune Kødby, DGI Byen og Vandkulturhuset verður karmur um endabrestin, har fólk fáa møguleika at svimja til tónleik frá millum annað Dennis Agerblad, ið skipar fyri einum sonevndum »Vandtransaerobicshow«.

Dennis Agerblad hevur áður spælt í Grundini á G! og er eisini kendur millum føroyingar frá bólkinum Maður| Glotti, men í Danmark er hann mest kendur frá samtakinum Dunst.