Fleiri føroyameistarar finnast

Í fimm út av sjey róðrum kunnu føroyameistarheitini avgerast í dag, tá kappróðurin á Vestanstevnu í Miðvági verður. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at róð verður í einari øðrvísi raðfylgju enn vanligt

Sílið við kvinnum, Jarnbardur við kvinnum, Gongurólvur við monnum, Nevið Reyða og Eysturoyingur kunnu í dag tryggja sær føroyameistaraheitið 2005 í kappróðri. Hesar manningarnar liggja so mikið væl fyri í kappingini, at ein sigur á Vestanstevnu er nóg mikið. Hjá onkrum av manningunum er ikki ein gongd ein sigur treytin fyri at føroyameistaraheitið skal vera í hús.
Hetta tekur kanska broddin av spenninginum í teimum oman fyri nevndu kappingunum, men kortini er tað altíð spennandi at fylgja við, um tað nú fer at eydnast. Tí óvæntað úrslit kunnu koma fyri. Tað máttu kvinnurnar á Sílinum ásanna á Fjarðastevnu, tá tær komu á málið sum nummar tvey. Somuleiðis hevur Riddarin hótt kvinnurnar á Jarnbardi nakað tvær tær undanfarnu stevnurnar, og nú verða tær á heimasjógvi. Men hartil skal tó sigast, at kvinnurnar á Jarnbardi hvørjaferð hava vunnið sannførandi, tá ið avtornaði.
Hinvegin er rættiligur spenningur í dreingjaróðrinum, har teir báðir norðoyabátarnir, Ritan og Fípan Fagra liggja stavn um stavn í kappingini um føroyameistaraheitið. Hjá gentumanningunum verður tað ikki heilt avgjørt í dag, sjálvt um Blikur vinnur. Tí tá verða tær seks stig framman fyri nummar tvey, men so skal tað hinvegin vilja øgiliga illa til hjá teimum á Ólavsøku fyri at meistaraheitið skal gleppa teimum av hondum.
 
Bara 1.000 metrar
Vestanstevna í ár er fyrsta stevnan, har tað bert verður róð 1.000 metrar. Hetta merkir eina ávísa broyting fyri seksmannafør við monnum, áttamannaførini og ikki minst tíggjumannaførini, sum jú skera teirra tein niður í helvt. Drúgvi miðróðurin fellur burtur, og tað verður munandi stytri millum byrjanarspurt og endaspurt. Hetta hevur mangan gjørt róðrarnar sera spennandi, men teir eru eisini rættiliga harðir fyri manningarnar, sum mangan munnu kenna tað, sum teir spurta so at siga allan teinin.
 
Onnur raðfylgja
Síðani feløgini kring landið á aðalfundinum hjá RSF tóku undir við uppskotinum um, at skipa fimm-mannafarsróðurin í trimum: Dreingjum, gentum og kvinnum, hevur kjak tikið seg upp viðvíkjandi upphitingini hjá kvinnunum. Drekin og Blikur rógva við gentu- og kvinnumanningum, og hesar manningar hava báðar sagt, at tær fáa onga tíð til at hita upp á málinum, áðrenn startin. Men á Vestanstevnu verður hetta broytt. RSF hevur nevniliga broytt raðfylgjuna á róðrunum soleiðis, at tá fimm-mannafør við gentum hava róð, rógva áttamannaførini, síðani seksmannaførini við monnum, fimm-mannafør við kvinnum og at enda tíggjumannaførini. Hetta er ikki roynt áður, men er uttan iva gjørt fyri at bøta um viðurskiftini hjá kvinnumanningunum við fimm-mannaførunum. Í ár eru tað bert tveir bátar, sum hava manning í báðum róðrunum, men tað kann lættliga blíva fleiri eitt annað ár. Hendan raðfylgjan kann lata seg gera, tí tað verða bara róð 1.000 metrar á Vestanstevnu. Hvussu hendan nýggja raðfylgjan fer at roynast, tað kann tó ongin vita, fyrr enn eftir róðurin í Miðvági í dag.
 
Róð verður í hesari raðfylgju á Vestanstevnu


Kl. 13.30
barnaróður dreingir
barnaróður gentur

Kl. 15.00
5-mf.dreingir
6-mf. kvinnur
5-mf. gentur
8-mf.
6-mf. menn
5-mf. kvinnur
10-mf


Fylgjandi bátar luttaka á Vestanstevnu:


Barnaróður, dreingir
1 Dúgvan
2 Sílið
3 Havfrúgvin
4 Royndin Fríða VFS
5 Fípan Fagra
6 Ritan
7 Tarvurin


Barnaróður, gentur
1 Falkur
2 Dúgvan
3 Tekla
4 Hvassi
5 Ørnin VFS
6 Firvaldur
7 Drekin
8 Royndin Fríða
9 Tarvurin


Fimmmannafør, dreingir
1 Tekla
2 Tjaldrið
3 Drekin
4 Ritan
5 Fípan Fagra VFS
6 Blikur
7 Sílið
8 Dúgvan


Seksmannafør, kvinnur
1 Páll Fangi 1G
2 Riddarin
3 Jarnbardur VFS 1G
4 Lómur
5 Sølmundur 1G


Fimmmannafør, gentur
1 Havfrúgvin
2 Tjaldrið 1G
3 Drekin 1G
4 Blikur VFS
5 Tekla
6 Erla Kongsd. 2G


Áttamannafør
1 Knørrur
2 Argjabáturin 1G
3 Kvívíkingur 1G
4 Nevið Reyða VFS
5 Ørvur 1G
6 Árnfirðingur
7 Miðvingur


Seksmannafør, menn
1 Strálan 1R
2 Lómur
3 Stjørnan
4 Páll Fangi 1G
5 Sundabáturin
6 Jarnbardur
7 Gongurólvur VFS 1G
8 Sølmundur 2G
9 Hósvíkingur 1G
10 Smyril
11 Víkingur
12 Fuglfirðingur 1G


Fimmmannafør, kvinnur
1 Junkarin
2 Firvaldur
3 Royndin Fríða
4 Frúgvin 1G
5 Sílið
6 Fípan Fagra VFS
7 Blikur
8 Drekin 2G
9 Ritan
10 Ørnin
11 Falkur


Tíggjumannafør
1 Skálabáturin
2 Vágbingur
3 Nólsoyingurin 1G
4 Eysturoyingur VFS
5 Hoyvíkingur
6 Havnarbáturin
7 Vestmenningur