Fleiri fólk ikki komin afturíaftur

Í Italia leita bjargingarfólk framvegis eftir fólki umborð á ferðamannaskipinum Costa Concordia, sum fór á land í gjárkvøldið. Ein lokalur embætismaður sigur fyri tíðindastovunum, at í minsta lagi 50 fólk eru ikki funnin aftur, men aðrar keldur siga, at næstan 70 fólk eru ikki komin afturíaftur.

Embætismaðurin sigur, at sambært reiðarínum vóru 4.234 fólk umborð á Costa Concordia, tá skipið fór á land, og at bjargingarfólk hava skrásett 4.165 fólk. Bjargingarfólk leita eisini á oynni Giglio fyri at vita, um fólk kunnu hava bjargað sær upp á land.

Sambært myndugleikunum kravdi vanlukkan trý mannalív.

Costa Concordia sigldi á eina grynnu tætt við oynna Giglio og liggur nú skerflatt á botni. Bjargingarliðini hava tryggað sær, at skipið liggur væl, og at tað er trygt at lata fólk leita umborð, skrivar AFP.

(Sí myndir frá Polfoto í myndatema niðanfyri)