Klokkan beint yvir fýra seinnapartin í dag, fekk MRCC boð frá einari kajakk, sum var komin í trupulleikar norður úr Ennibergi.
– Tað vóru í alt níggju kajakkrógvarar, sum vóru farnir av Eiðsvík í dag. Men teir komu í ringan sjógv norður úr Ennibergi og rógvarnir skiltust frá hvørjum øðrum, og komu at rógva í bólkum. Tann, sum boðaði frá var saman við einum øðrum, sigur MRCC.
MRCC sigur, at stórt leitingar- og bjargingartiltak varð sett í gongd. Bæði Tyrlan, Tjaldrið, Einar Mikkelsen, fleiri bjargingarbátar, og aðrir bátar, vórðu sendir at leita.
Og mitt í rokanum komu boð um ein útróðrarbát, ið var uppsteðgaður í Mykinesfirði, sigur MRCC. Ein annar útróðrarbátur var nærhendis og royndi at sleipa, men líkindini vóru so vánalig, at endin slitnaði. Tískil tók hesin báturin bara báðar menninar av uppsteðgaða bátinum.
Sverrri kom seinni á staði og tá var báturin rikin langt norður um Barði. Men tað eydnaðist hjá Sverra at seta fast á bátin og byrja sleipið.
Annars var tyrlan fyrst á staðið norðanfyri, har kajakkrógvararnir vóru komnir í neyð, og hon kom fram á tríggjar kajakkir, sum róðu undir landi. Men teir veitraðu tyrluna víðari, tí teir vóru ikki beinleiðis í vanda.
– Nakað seinni kom tyrlan fram á tríggjar aðrar kajakkir, sum hildu seg tætt saman. Hesar tríggjar rógvarnar tók tyrlan so upp. Síðani kom tyrlan fram á tvær aðrar kajakkir, sum eisini hildu seg tætt at hvørjum øðrum. Eisini hesar báðar rógvararnar tók tyrlan eisini upp.
Nú bleiv so ivamál um seinasta rógvaran, men hann fann tyrlan so eisini, og hann varð tikin upp í bátin, Búðadal, úr Haraldssundi, sum eisini var við í bjargingini.
Teir seinastu tríggir, sum enn vóru í sínum kajakkum, róðu framvegis tætt undir landi, men Fløttur, sum er lítli báturin hjá Norðoya Bjargingarfelag fyrlgdu við teimum, og teir settu upp í Eiðsvík í øllum góðum.
Tjaldrið hevði sett sín bát á sjógv, fyri at vera skjótari á staðnum, og tann báturin tók so tær fimm tómu kajakkirnar upp.
Tyrlan setti teir fimm rógvararnar av í Klaksvík og løgregla og sjúkralið tók ímóti teimum, sigur MRCC.
Á myndini er dýrdarveður men her var tað, at kajakkrógvararnir komu í neyð. Á myndini síggja inn í Villingardal, høgrumegin er Enniberg (Nakkurin) og vinstrumegin hægstapunkt er Oyggjaskorartindur. Myndina hava vit frá Pól Sundskarð.











