Heðin D Poulsen
Føroya Óðalsfelag
??????
Verður uppskotið hjá Kára Højgaard samtykt, fara fleiri føroyingar at fáa møguleikan at ogna sær jørð og forða verður fyri at øll jørðin fer á nakrar fáar hendur.
Fyri ikki so langari tíð síðani megnaði Bjarni Djurholm tað, sum mangur landsstýrismaður í búnaðarmálum man hava droymt um, hann setti skjøtul á eina nýggja tíð fyri landbúnað í Føroyum.
Føroya Jarðarráð er avtikið og nýggj búnaðarlóg er samtykt, og farast kann nú undir eina endurnýggjan av lóggávuni um føroyskan landbúnað, bæði tí vinnuliga partinum og tí partinum, sum fyri tað mesta verður nýttur til ítriv og trivnað, tí almenna og tí privata. Tað eru tey, sum eiga jørð ella vilja eiga jørð, sum Føroya Óðalsfelag arbeiðir fyri, og gleðin er stór í Óðalsfelagnum, nú broytingar eru á veg.
26. januar í ár legði Kári Højgaard fram uppskot um broyting í matrikullógini. Uppskotið gevur teimum, sum eiga jørð, sama rættin, sum aðrir ognarir hava, rættin at ráða yvir egnum ognum. Somu-leiðis ger uppskotið tað møguligt hjá teimum ognarleysu at keypa jørð. Verandi støða forðar fyri at nýggir eigarar kunnu koma til og setur sostatt kílar ímillum okkara gomlu mentan við seyðahaldi o.ø. og framtíðina. Verður matrikullógin ikki broytt til at nøkta tann tørvin, sum er á at keypa og selja jørð, doyr áhugin fyri jørðini út, og endin er, at nakrir fáir einstaklingar eiga ella festa meginpartin av jørðini í Føroyum.
Orsøkirnar til at verandi matrikullóg hevur brúk fyri ábótum eru nógvar. Ein orsøk er, at við verandi skipan kann eigarin ikki ráða yvir sínari ogn sum hann vil, hann kann ikki selja burturav ella veðseta eftir vanligum vinnuligum reglum og teytum. Hetta ger at jørð bert verður seld í stórum lutum og gerst sostatt óvanliga dýr fyri ein, sum vil keypa fyri fyrstu ferð, men samstundis uppá seg lítið verd hjá tí, sum selur, tí hann verður noyddur at selja alt ella einki. Undantakið er tó, at hann sum longu eigur, honum kann verða selt.
Bjarni Djurholm hev-ur gjørt tað, sum fyrr varð hildið at vera ómøguligt, nú tá tingmenn leggja fram uppskot um fleiri broytingar, er tað at fegnast um. Føroya Óðalsfelag vónar sostatt, at uppskotið hjá Kára Højgaard fær eina megnar undirtøku frá restina av tingmanning-ini. Hetta uppskot kann birta frískar vónir og trúgv til eina aldargamla mentan, sum er serstøk føroysk.