Fleiri eru og fleiri sethús verða reist í ár

Fríggjadagin í farnu viku vórðu enn eini sethús reist í útstykkingini í Vestri ovarlaga í bygdini.

Sum skilst verða hesi ikki tey einastu og seinastu í ár í Vestmanna. Væntandi verða fleiri hús bygd í hesum árinum, tí útskrivað eru longu fleiri onnur byggiloyvi til sethús í  hesi útstykkingini.
Úr Vestmanna kommunu verður upplýst, at sølan av grundøkjum hevur gingið avbera væl, síðani kommunan í fjør beinleiðis lýsti eftir keyparum til stykkini.
- Enn eru nøkur eftir, og vónandi verða nøkur seld afturat í ár, verður sagt.