Ein syrgilig tokvanlukka var í Niðurlondum um 03.30-tíðina síðstu nátt, tá eitt ferðafólkatok fór at sporinum. Hendingin fór fram nærindis býnum, Voorschoten, sum liggur millum Haag og Amsterdam.
50 fólk vóru í tokinum, og í vanlukkuni læt eitt fólk lív, og fleiri tíggjutals fingu løstir. Í hendingini kom eldur í ein av tokvognunum, og á myndini er hetta vognurin, sum sæst liggja á liðini.
Eitt talsfólk hjá sløkiliðnum veit at siga, at 19 fólk endaðu á sjúkrahúsi, og onnur vórðu viðgjørd á staðnum - ella í heimunum hjá fólki, sum búgva nærindis. Tey skaddu vórðu flutt á sjúkrahús í sjúkrabili og tyrlu.
Niðurlendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, hevur víst teimum raktu sín stuðul á sínum Tvitter-vanga.
- Ein ræðulig tokvanlukka, har eitt fólk tíverri hevur latið lív, og nógv eru løstað. Mínir tankar eru hjá teimum raktu og teirra familjum. Eg ynski teimum alt tað besta, sigur forsætisráðharrin.