Spanskir heilsumyndugleikar vita í dag at siga, at nú eru fleiri enn túsund fólk í Spania deyð av korona-smittu, covid-19.
NTB skrivar, at heili 235 fólk eru deyð í Spania seinasta samdøgnið, soleiðis at samlaða talið av deyðum nú er oman fyri 1000.
Samlaða talið av korona-smittaðum í Spania er nú 19.980, og bara síðan í gjár - hósdagin - er talið av smittaðum økt við heili 2.833.










