Fleiri enn 1500 fólk hava ADHD í Føroyum

- Vit hava ikki besta grundarlag at útinna aðalmálið felagsins, ið er at betra um kor og lívið hjá teimum við ADHD og familjur teirra, sigur ADHD-felagið

 

ADHD-felagið, sum varð endurstovnað í 2009, hevur sett sær fyri at fáa væl fleiri limir, og nevndin vónar, at nógv koma til limafundirnar, sum vera í dag.

ADHD-felagið arbeiðir við at seta sjálvhjáparbólkar á stovn, og hetta er evnið, nú limafundir verða í Runavík klokkan 15 við í Bókasavninum við Løkin og í Havn í Megd-húsinum í dag.

- Vit vita, at umleið 1500-2000 børn og vaksin í Føroyum dragast við ADHD. Vit hava einans umleið 50 limir og hava sostatt ikki besta grundarlag at útinna aðalmál felagsins, ið er at betra um kor og lívið hjá teimum við ADHD og familjum teirra, sigur felagið.

ADHD-felagið er ikki á fíggjarlógini og fær ikki annan almennan stuðul. Inntøkur felagsins eru frá limagjaldi og veddingarpengum, og alt nevndararbeiði hjá ADHD felagnum er ólønt.

ADHD-felagið er felag fyri fólk við ADHD/ADD, avvarðandi teirra og øllum, ið taka undir við endamál felagsins. Felagið ynskir at betra um viðgerð, stovns- & skúla- og lestrartilboð, arbeiðslív og ellisár við ADHD.