? Vit kunnu ikki ávara nóg mikið um tann økta eldváðan í jólamánaðinum, sigur Tryggingarfelagið Føroyar og vísir á, at sleppast kann undan nógvum eldum heima við hús, um einans øll hugsa seg væl um.
Hugsa teg væl um - tað lønir seg
Um tú fylgir hesum ráðum kanst tú sleppa undan einum jólaeldi:
?Far ongantíð úr einum høli, har livandi ljós brenna - sovna heldur ikki frá teimum.
?Lat ikki børn ella djór vera einsamøll í hølum, har livandi ljós brenna.
?Royn altíð at nýta sjálvsløkkjandi ljós.
?Hav altíð eina kannu av vatni standandi.
?Lat ikki ljós standa tætt við tilfar, ið brennir lætt, t. d. gardinur.
?Brúka roykalarmar. Teir kunnu bjarga tær og øðrum lívinum og kanska eisini forða einum minni eldi í at gerast ein stórur eldur.
? Um eldur kemur í kortini, sum ein ikki sjálvur fær sløkt, er umráðandi at fáa øll út og ringja eftir sløkkiliðnum á telefon nr. 112, sigur Tryggingarfelagið Føroyar.
Trygging í samband við jólaeldar
Privat- og sethúsatryggingar rinda endurgjald fyri eldskaðar og rinda eisini fyri rímiligar og neyðugar útreiðslur í samband við endurhýs-ing, um tað ikki er ber til at búgva í húsinum aftan á eldskaðan.