Fleiri dystir í landskappingini

Tilsamans eru 10 dystir á skránni í teimum báðum fremstu fótbóltsdeildunum í dag, fimm í Vodafonedeildini og fimm í 1. deild.

 

Í Vodafonedeildini taka silvurvinnararnir í HB ímóti greipuvinnarunum í EB/Streymi, og tað er einasti dysturin, har tveir vinnarar frá fyrsta umfari bresta saman.

 

Rás 2 fer í luftina klokkan 17 við sendingini »Triði hálvleikur«, og tá ber til at hoyra um dystirnar, umframt at samrøður í hópatali eru á skránni og sjálvandi eisini kapping um bestu sms-boðini.

 

Niðanfyri sæst yvirlit yvir dystirnar, sum verða spældir í dag. Dómararnir standa í klombrum aftan fyri hvønn dystin.

 

Vodafonedeildin

HB-EB/Streymur (Dagfinn Olsen)

ÍF-B36 (Rúni Gaardbo)

KÍ-Víkingur (Páll Augustinussen)

07 Vestur-NSÍ (Georg Rasmussen)

B68-AB (Lars Müller)

 

1. deild menn

VB/Sumba-Víkingur (Andrew Christiansen)

HB-TB (Bárður Mortensen)

B68-Skála (Rói Jacobsen)

FC Hoyvík-B71 (Alex Troleis)

MB-NSÍ (Birgir Sondum)