Fleiri dyrka hassj heima

Martin Gravesen, varafúti, sigur, at løgreglan hevur ta fatan, at skunkplantasjur ikki eru heilt óvanligar í Føroyum.

- Tað er rímiliga útbreitt. Vit koma javnan fram á smáar plantasjur, men sjáldan av tí stødd, sum í hesum málinum, sigur hann.

 

Maðurin, sum varð dømdur fríggjadagin, hevði 166 plantur í húsunum í vesturbúnum, meðan hann áður er dømdur fyri at hava 338 plantur heima hjá sær sjálvum.

 

- Tað, sum vit oftast síggja, er at fólk hava nakrar fáar plantur heima hjá sær sjálvum. Tað er sera sjáldan, at vit síggja mál av slíkari stødd sum hesari. Her er talan um eitt mál, sum sær væl meiri professionelt út, enn vit vanliga síggja. Tá talan er um so nógvar plantur, er nærliggjandi at halda, at planturnar verða dyrkaðar við víðari sølu og vinningi fyri eyga. Tá talan einans er um nakrar fáar plantur, er hóast alt lættari hjá tí ákærda at grundgeva fyri, at talan einans er um plantur til egna nýtslu, sigur Martin Gravesen.