Fleiri doyggja í ferðsluni í Føroyum

Í Føroyum doyggja fleiri fólk í ferðsluni enn í hinum norðanlondunum

- Tað er langt eftir á mál, áðrenn vit røkka endamálinum um, at ongin skal doyggja, ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni.

 

Tað staðfestir Landsverk, nú stovnurin hevur almannakunngjørt ársfrágreiðingina fyri í fjør.

 

Seinastu árini er nógv gjørt fyri at bøta um ferðslutrygdina, men kortini vísa hagtølini, at í Føroyum doyggja lutfalsliga nógv fleiri í ferðsluni enn í hinum Norðanlondum.

 

Hóast ferðslan er nógv vaksin seinastu árini, hevur tað ikki borið í sær, at fleiri ferðsluóhapp hava verið.

 

Heldur er talið av skrásettum ferðsluóhappum alsamt minkandi, sigur Landsverk.

 

Hinvegin er talið á teimum, sum fáa mein í ferðsluni, verður støðugt, samstundis sum talið á teimum, sum lata lív í ferðsluni, alsamt hækkað, og lutfalsliga er tað hægri enn í okkara grannalondum.

 

- Tó kann sigast við vissu , at samspælið ímillum bilførara, vegin og akfarið hevur týdning, og tí er neyðugt, at nakað verður gjørt á øllum hesum økjum.

 

Her hugsar Landsverk um lóggávu og revsing, eftirlit, vegir, akfør, upplýsing og upp­læring, umframt vitan og gransking.

 

Landsverk sigur, at seinastu árini hevur játtanin til ferðslutrygdartiltøk verið einar sjey milliónir krónur.

 

- Men samanbera vit talið á deyðum í ferðsluni í Føroyum, við deyð í londunum kring okkum, er talið í Føroyum væl hægri enn hjá hinum. Tað er eyðsæð, at við so smáum tølum sum í Føroyum, eru stór sveiggj, men verða tølini “útjavnað” við at hyggja eftir einum miðaltali seinastu fimm ella tíggju árini, eru Føroyar framvegis væl oman fyri hini londini, vit vanliga vilja verða samanborin við.

 

Landsverk sigur, at norðurlendskar kanningar vísa, at tað bøtir um ferðslutrygdina at seta hámarksferðina niður.

 

- Við at seta ferðina niður frá 80 til 60 kilometrar um tíman, fellur miðalferðin 7,5 kilometrar um tíman, og talið á deyðum fellur 36 prosen, og talið á álvars­liga skaddum fellur 26 prosent, sigur Landsverk.