Vit hava so nógvan skund, alt skal ganga so skjótt fyri seg, og vit finna lættar loysnir, so sum t.d. at eta meðan vit arbeiða og konsentrera okkum um alt annað. Vit fóðra okkum við fast-food, sum bara ger okkum feit, samstundis sum vit kropsliga eru minni virkin, bæði til arbeiðis og heima. Og fyri at klára tað dagliga trýstið, stíva vit okkum av við onkrum stimbrandi, sum í longdini ger, at vit gerast sjúk og noyðast at taka heilivág, sum ofta hevur hjáárin við sær, segði Gudrum Sigfusson á almennum fundi í Miðlahúsinum seinasta fríggjakvøld.
Fundurin byrjaði við at Willi Olsen í Hósvík, ið er ein av umboðsmonnunum
hjá Herbalife í Føroyum, beyð øllum at vera vælkomin og segði frá um
Herbalife, og hvat tað stendur fyri. Síðan søgdu nakrir brúkarar frá
sínum royndum við Herbalife, og fólk fingu høvi at royna ymiskar drykkir.
Eftir tað helt Gudrun Sigfusson, sum er útbúgvin tannlækni og kostráðgevi
fyrilestur um sunnan kost og tað lætna.
Hon tosaði m.a. um vælferðarsjúkur og segði, at sambært heimsheilsustovninum WHO doyggja fleiri fólk í vesturheiminum av yvirvekt og fiti enn tað doyggja í hungri í restini av heiminum. Sjey út av tíggju deyðsorsøkum í vesturheiminum
standast av hjarta- og æðrasjúkum, krabbameini, heilabløðing og diabetes typa2, ella sum hon segði, lívsstílsdiabetes. 50 prosent av hesum deyðsorsøkum kundu verið
fyribyrgdar við broyttum matvanum og broyttum lívsstíli. Eitt nú erektiónstrupuleikar og vantandi evni at gerast við barn, eru ofta orsakað av vantandi ernering.
Eisini er tað mangan so, at húsdýr og onnur dýr fáa sunnari kost enn vit menniskju fáa, segði Gudrun Sigfusson.
Herbalife er ein heilsufyritøka, sum varð stovnað í 1980 í USA. Fyritøkan leggur serligan dent á at upplýsa og selja heilsugóð produkt, ið hjálpa fólki at lætna við at eta røttu føðina, samstundis sum tey altíð eru mett og væl fyri. Produktini eru ikki at sammeta við medisin ella nakað grøðandi, men bert optimal og avbalanserað føði. . Louis Ignarro Phd., ið er ein av granskarunum hjá Herbalife, vann í 1998 eina Nobel virðisløn innan sálarfrøði og medisin. Grundað á hansara gransking er millum annað kenda produktið Viagra framleitt.
Tað vóru Kirsten Jacobsen og Willi Olsen, umboðsfólk hjá Herbalife í Føroyum, sum stóðu fyri tiltakinum, ið var alment. Leygardagin og sunnudagin vóru skeið hildin fyri áhugaðum, sum vildu hava meira at vita um vørurnar hjá Herbalife og royna tær. Fleiri upplýsingar á www.herbalife.com