Í mnsta lagi átta fólk doyðu í einari ógvusligari spreinging í býnum Gaziantep í landssynningspartinum av Turkalandi í kvøld. Gaziantep er ikki langt frá sýriska markinum.
Guvernørurin í landspartinum sigur, tað var ein fjarstýrd bumba, sum lá beint við eina løgreglustøð. Sambært tíðindastovuni AP hevur eingin átikið sær ábyrgdina.
Tær seinastu vikurnar eru bardagarnir millum turkiska stjórnarherin og kurdiskar uppreistrarmenn harðnaðir.