Áhugin fyri at ferðast til Føroya er vaksandi millum danir, sigur Therese Thuridardóttir Kreutzfeldt, sum eigur og rekur feðaskrivstovuna My Faroe í Keypmannahavn.
Therese T. Kreutzfeldt sigur, at talan er um fólk úr øllum Danmark, sum tykjast vísa Føroyum áhuga sum ferðamannalandi. Men bólkurin, sum størstan áhuga vísir, eru fólk, sum eru eldri enn 45 ár, sigur hon.
?Hetta eru bæði fólk, sum hava verið í Føroyum fyrr, og fólk, sum bara hava hoyrt og lisið um Føroyar og nú vilja sleppa at síggja landið við egnum eygum, sigur hon.
Tey, sum fyrr hava verið, eru ofta slík, sum fyri nógvum árum síðan hava vitjað her, og fegin vilja sleppa aftur.
Men ein bólkur, sum veruliga manglar, eru fólk við størri børnum, sigur Therese Kreutzfeldt. Um hví so er, hevur hon sínar hugsanir, og er tann mest nærliggjandi at halda, at ov fá tilboð eru í Føroyum til hendan bólkin, sigur hon.
?Og tó, tekur hon aftur í aftur. Tilboðini eru helst har, men vit duga bara ikki at gagnnýta tey til fulnar. Hesi fólkini vilja hava annað enn hotel. Tey vilja hava upplivingar. Aktiva feriu, sum børnini fáa nakað burturúr. Talan er í roynd og veru bara um at leggja tey uppløgdu tilboðini, vit hava í eitt nú náttúru okkara, til rættis til hesi fremmandu ferðafólkini at nýta, heldur stjórin á My Faroe í Keypmannahavn.
Dýr marknaðarføring
Tað kostar nógv at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland í Danmark, staðfestir Therese Kreutzfeldt. Hon sigur, at hon hevur brúkt umleið eina kvart milliard til marknaðarføring seinasta árið.
Í smaband við marknaðarføring hevur ferðaskrivstovan My Faroe fingið sera góðan stuðul frá Atlantic Airways og Ferðaráði Føroya, sigur Therese Kreutzfeldt.
Tað, sum um ræður, er at verða sæddur alla tíðina. Tað verður gjørt við at lýsa í teimum stóru, donsku dagbløðunum, og slíkt kostar pengar, vísir hon á.
Marknaðarføringin verður gjørd av donskum lýsingarfólkum, sigur hon. Hetta tí, at hon metir, at danir vita betri enn onnur, hvat danir ynskja og reagera uppá, tá teir síggja eina slíka lýsing.
Hon hevur valt eitt ávíst konsept og so fylgt tí nágreiniliga. Hesar meira ella minni somu myndirnar, sum flestar líkjast, gera, at fólk leggja merki til herferðina og minnast lýsingarnar aftur.
Og úrslitið hevur ikki latið bíða eftir sær, sigur Therese Kreutzfeldt. Fólk ringja dúgliga at spyrja seg fyri. Og tey keypa eisini feðaseðlar.
Hon sigur, at My Faroe higartil í ár hevur selt umleið 500 ferðaseðlar til danir, sum ætla sær til Føroyar. Hetta er so umframt teir Føroyingar, sum eisini keypa ferðaseðlar frá teimum.
Longur burtur
Men tað er ikki nokk bara við dønum, sigur Therese T. Kreutzfeldt. Vit eiga eisini at fara longri út í heim eftir ferðafólki til Føroya, heldur hon.
Sjálv situr hon í løtuni og arbeiðir við at sleppa inn á amerikanska marknaðin, sum er rættiliga stórur.
?Vit fara sjálvandi ikki at royna at fáa allar amerikanarar hendanveg, tí so koma vit púra í neyð, sigur hon.
Hon heldur tað vera skilagott at halda seg til býirnar, sum hava flogsamband til Íslands. Tað eru eitt nú stórbýir á eysturstrondini í USA, haðani rættiliga nógv ferðafólk koma til Íslands.
Tað tykist, sum amerikanarar eru farnir at vísa Íslandi alt størri ans. Kunnu vit so heingja okkum upp í har, er ein møguleiki at fáa gjørt Føroyar kendar tann vegin, sigur hon.
?Kunnu vit fáa bert ein lítlan part av teimum amerikanarunum, sum ferðast til Íslands, at gera ein avstingara til Føroya, kann tað gera stóran mun í Føroysku ferðavinnuni, sigur Therese T. Kreutzfeldt, stjóri á ferðaskrivstovuni My Faroe, sum heldur til á ovaru hædd í Føroyahúsinum á Vesterbrogade í Keypmannahavn.









